Seinasta umfar í FM bólkinum hjá G13 var á Skála í dag. Vegna koronustøðuna bar tað tíverri ikki til hjá KÍ og Víkingi at vera við til kappingina.
Greitt var tí at dysturin um FM steypið fór at standa millum HB og Skála.
Liðini leiktu tveir dystir móti hvørjum øðrum. Í báðum dystunum legði HB út við at skora í fyrra hálvleiki, meðan tað eydnaðist Skála at koma aftur í øðrum hálvleiki.
Fyrri dysturin endaði 1-1, meðan Skála vann seinna dystin 3-1.
Sostatt gjørdust skálagenturnar vinnarar, og kundu lyfta FM steypið.
Vit ynskja samstundis HB til lukku við silvur heiðursmerkinum.
Myndasavn
Seinastu tíðindi
04. feb 2026
Aðalfundur
04. nov 2025
Nýggja starvsnevndin hevur skipað seg
14. okt 2025
Nevndarval 30. oktober kl19.00
04. okt 2025