Aftur til tíðindasavn

Tilmeldingardagurin 2026

19 apr 2026

Mánadagin 20. apríl kl. 17.00 verður árligi tilmeldingardagurin aftur á skránni.

Tilmeldingardagurin verður í ítróttarhøllini á Skála. Umframt hoppiborgir, hot dogs og sunkist, bjóða vit kaffi og okkurt afturvið. Somuleiðis verður møguligt at keypa Skála reklamulutir. Øll undir 18 ár, sum meldað seg til, fáa ein ókeypis fótbólt (stødd 3 og 4).

Kostnaður og frítíðarkort

Tilmeldingarkostnaðurin fyri fótbóltsárið er 900 kr. og møguligt er at rinda við Spjaldrinum hjá Runavíkar kommunu ella frítíðarkortinum hjá Sjóvar kommunu. 

Um tað ikki er møguligt at møta til hendan dagin, ber eisini til at seta seg í samband við okkum á skalaif@skalaif.fo 

 

Skála - Víkingur kl 18.30

Kl 18.30 er dystur í Meistaradeildini hjá monnum, har okkara menn taka ímóti Víkingi undir Mýruhjalla. Vit vóna at síggja nógv av tykkum til dystin.

Skrivað: Steingrím Jacobsen

Seinastu tíðindi

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026

04. feb 2026

Aðalfundur

04. nov 2025

Nýggja starvs­nevndin hevur skipað seg

14. okt 2025

Nevndarval 30. oktober kl19.00