Viðtøkur

Viðtøkur fyri Skála Ítróttarfelag

§ 1. Navn og heimstaður

Navn felagsins er Skála Ítróttarfelag, stytt Skála ella Skála ÍF. Felagið er stovnað 15. mai 1965. Felagið er óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum. Heimstaður felagsins er Skáli.

§ 2. Endamál

Høvuðsendamál felagsins er at vekja ans og áhuga fyri ítrótti.  At fremja og leggja til rættis ítróttarvirksemi.

§ 3. Limaviðurskifti

1. Øll kunnu gerast limir í felagnum.
2. Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Ásetast kunnu ymisk limagjøld fyri aktivar og passivar limir umframt ungdómslimir og vaksnar. Ungdómslimir (undir 14 ár) hava ikki atkvøðurætt.
3. Limir, ið eru í eftirstøðu við limagjaldinum, hevur starvsnevndin heimild at strika.
4. Limir, ið ikki halda viðtøkur felagsins ella á annan hátt standa felagnum í vegin, hevur starvsnevndin heimild at strika.

§ 4. Skipan

Fyri viðurskiftum felagsins skipa:

  • Aðalfundurin
  • Starvsnevnd
  • Ungdómsnevnd
  • Møguliga aðrar nevndir settar av starvsnevndini

§ 5.  Aðalfundurin

Stk. 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Hann verður hildin í fyrsta ársfjórðingi.

Aðalfundurin skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan fundinum. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.

Mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin. Starvsnevndin leggur innkomin mál fram fyri aðalfundin.

Stk. 2. Ársaðalfundurin hevur fylgjandi fundarskrá:

  • Fundarstjóri verður valdur
  • Formaðurin greiðir frá farna ári
  • Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
  • Innkomin mál
  • Val av grannskoðara, sum í minsta lagi skal vera skrásettur
  • Ásetan av limagjaldi
  • Ymiskt

Stk. 3. Fundarstjórin hevur heimild at gera broytingar í raðfylgjuni av punktunum á fundarskránni, og loyva øðrum innsløgum so sum gestarøðara ella framførslum á fundinum.

Stk. 4. Til allar lógarbroytingar krevst, at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

Stk. 5. Mál, ið ikki standa á fundarskránni til aðalfundin og ikki snúgva seg um lógarbroytingar ella skipan av felagnum, kunnu vera tikin til viðgerðar og avgjørd, um minst 2/3 av møttu limunum góðtaka at málið verður lagt fram.

Stk. 6. Aðalfundurin avger við vanligum meiriluta, um onnur mál eru av slíkum týdningi, at tey krevja 2/3 av atkvøðunum fyri at verða samtykt. Fyri at eitt uppskot skal vinna sømdir krevst vanligur meiriluti, stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi.

§ 6. Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður hildin:

  • Tá ið aðalfundurin samtykkir tað
  • Um meirilutin í starvsnevndini samtykkir tað
  • Tá ið minst 15 av limum felagsins ynskja hetta, og samstundis boða starvsnevndini skrivliga frá teimum málum, ið skulu viðgerast

Eykaaðalfundur verður lýstur eins og aðalfundurin.

Mannagongdin í samband við ein eykaaðalfund er tann sama sum við árliga aðalfundin.

§ 7. Nevndarval

Stk. 1. Nevndarval verður hildið við kappingarenda á hvørjum árið tó seinast 1. november, og skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan.

Stk. 2. Nevndarvalið hevur fylgjandi fundarskrá:

1. Fundarstjóri verður valdur
2. Val av nevndarlimun til starvsnevnd og ungdómsnevnd
3. Val av tiltakslimum til starvsnevnd og ungdómsnevnd
4. Ymiskt 

Stk. 3. Við val av starvsnevnd skal skrivlig atkvøðugreiðsla fara fram, og bert limir, ið hava atkvøðurætt, kunnu luttaka. Valbærur er tann, ið er fyltur 18 ár. Nevndarvalið kann avgreiðast við friðarvalið, um ein meiriluti av aðalfundinum góðtekur hetta, og tað ikki eru fleiri uppskot til nevndarvalið, enn talið av limum ið skulu veljast.

Stk. 4. Um nevndin ikki verður mannað á nevndarvalið má eyka nevndarval haldast, ið skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan. Mannagongdin í sambandi við eitt eyka nevndarval er tann sama sum við árliga nevndarvalinum.

§ 8. Starvsnevnd

Stk. 1. Felagið verður stýrt av eini starvsnevnd, ið verður vald á nevndarvalinum. Starvsnevndarlimir verða valdir fyri 2 ár, tó so at ikki meira enn helmingurin stendur fyri valið á hvørjum ári. Starvsnevndin hevur hægsta vald í felagnum millum aðalfundirnar. Tá ið starvsnevndarlimur hevur forfall, tekur varamaður sæti í nevndini.

Stk. 2.  Um meira enn helmingurin av nevndarlimunum eru valdir í starvsnevndini á sama nevndarvali, tekur starvsnevndin avgerð um, hvør eru valdur fyri ávikavist 1 og 2 ár, sostatt at bert helmingurin av nevndarlimunum stendur fyri vali á fyrst komandi nevndarval.

Stk. 3. Í starvsnevndini sita í minsta lagið 4 og í mesta lagið 6 limir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, peningarøkili og skrivara. Nevndin skipar seg sjálv á fyrstkomandi nevndarfundi eftir aðalfundin.

Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslum hjá nevndini, er formansins atkvøða avgerandi.

Stk. 4. Formaðurin saman við einum nevndarlimi, ella 3 nevndarlimir í felag, kunnu tekna felagið í øllum vanligum viðurskiftum. Í samband við keyp ella sølu av fastari ogn krevst tó samtykt frá aðalfundi ella eykaaðalfundi. Í samband við skuldarbinding av felagnum longri enn 1 ár, krevst samtykki frá øllum starvsnevndarlimum, ella samtykki frá aðalfundi ella eykaaðalfundi.

Starvsnevndin kann veita útvaldum ábyrgdarpersóni heimild og rammujáttan at gera sáttmálar við venjarar og leikarar vegna felagið. Slík heimild kann einans gevast fyri 1 ár í senn.

Formaður felagsins hevur heimild at umboða felagið mótvegis almennum og kommunalum myndugleikum, FSF, ÍSF og øðrum ítróttarfeløgum.

Starvsnevndin hevur heimild at veita samsýning til fólk, ið eru sett at taka sær av pørtum av dagliga virkinum í felagnum.

Stk. 5. Starvið hjá starvsnevndini er í høvuðsheitum:

  • At seta samtyktir aðalfundanna í verk
  • At standa fyri rakstrinum av felagnum
  • At gera reglugerð ella arbeiðsætlan fyri aðrar nevndir

§ 9. Ungdómsnevnd

Stk. 1. Ungdómsarbeiði felagsins verður skipað av eini ungdómsnevnd við í minsta lagi 2 og í mesta lagi 4 limum. Limir verða valdir fyri 2 ár. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara. Nevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa og tilrættisleggja ungdómsarbeiði felagsins.

Stk. 2. Ungdómsnevndin hevur heimild at seta ungdómsvenjarar og høvuðsungdómsvenjarar, tó skal starvsnevndin góðkenna setanarviðurskiftini.

Stk. 3. Starvsnevndin hevur heimild at velja lim í ungdómsnevndina fram til næsta aðalfund, um so er at ungdómsnevndin ikki er fullmannað.

§ 10. Aðrar nevndir o.l.

Starvsnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir, arbeiðsbólkar, hjálparfólk, ráðgevarar o.l. at taka sær av pørtum av dagliga virkinum í felagnum.

§ 11. Roknskaparárið

Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desember.

§ 12. Avtøka av felagnum

Stk. 1. Felagið kann ikki avtakast, um 15 limir ynskja at halda áfram.

Stk. 2. Um so er, at felagið verður avtikið, so verða ognir felagsins at fella til óheft ungdómsarbeiði á Skála eftir avgerð í kommununi.  Um einki er á Skála, so til annað óheft ungdómsarbeiði í kommununi.

§ 12. Gildið

Samtíðis sum henda lóg kemur í gildi, falla burtur allar samtyktir, sum stríða ímóti henni og somuleiðis eldri lógir felagsins.

Hendan lóg fær síðani gildi.

Samtykt á aðalfundi Skála Ítróttarfelag tann 30. mars 2023.