Búmerki

Um búmerki

Búmerkið er ein veðrur inni í einum skjøldri.

Verja og álop eru sera týðandi í fótbólti. Skjøldurin lýsir verju, meðan veðrurin lýsir álopsstyrki. At snúturin vendir niðureftir, og at ennið er frammarliga, lýsir, at veðrurin er klárur til álop.

Høvdið og hornini bera boð um, at leikararnir eru mentalt sterkir og duga at spæla hugsandi leik. Ennið ber serliga boð um likamliga styrki, at ein er førur fyri at stúta og gera álop.

Andlitsbrá, eyga og nasar, lýsa ávísa fýsni, sum er sunt í einum kappingarumhvørvi, tí eingin vinnur við góðtrúni og fittheit einans. Tó býr felagslív eisini í búmerkinum, tí at skjøldurin er eisini felagið í breiðari merking, har allir limirnir savnast og gerast ein heild til gott felagslív.

Veðrurin er teknaður eftir føroyskum veðri og lýsir hann hvørt ættarlið, sum spælir við í Skála Ítróttarfelagi.

Mál eftir mál

Slagorðið hevur tvífalda merking: Fyri at menna okkum, seta vit okkum mál - og tá ið vit náa tey, seta vit okkum nýggj mál. Hin merkingin er sjálvandi, at tá ið felagið er væl ment, gerast málini alt fleiri og fleiri, og tá er stuttligt, at fylgja felagnum, - mál eftir mál.

Orðini standa sum ein pílur, ið vísir frameftir.

Búmerkjafílur

Niðanfyri kann búmerki heintast í ymiskum útgávum: