Søgan

Søgan

Skála Ítróttarfelag er stovnað 15. mai 1965. Søgan sigur, at tveir ungir menn Kári Olsen og Petur Christian Rasmussen, ið fegnir vildu hava meira skipaðan fótbólt, vendu sær til nýggja læknan Sigvald Kristiansen. Teir ynsktu eitt ítróttarfelag og hildu at Sigvald hevði vitan um hetta frá tíðini uttanlands.

Saman við Sidonius Joensen, ið var leiðari fyri fráhaldsfelagnum Losjan Vitin í bygdini, varð lýst til fundar.

Í fundarfrágreiðingini frá stovnandi fundinum, ið var hildin í gomlu Losjuni, stendur, at Sidonius beyð fundarfólkinum væl komin til fundar og segði, at fundurin var um at stovna eitt ítróttarfelag í bygdini. Berlina Jacobsen tók undir við ætlanini og vildi gerast limur alt fyri eitt, og tað gjørdi Jørgin Thomsen eisini. Hann skeyt upp at velja eina nevn ella stjørn beinanvegin, so ætlanin kundi vera til nakað hesaferð.

Fyrsta nevndin bleiv:

  • Sigvald Kristiansen, formaður.
  • Jørgin Thomsen, næstformaður
  • Eliesar Olsen, skrivari og kassameistari
  • Berlina Jacobsen, nevndarlimir
  • Jørgin Bech, nevdarlimir
  • Sidonius Joensen, tiltakslimir
  • Jákup Joensen, tiltakslimir

Á fyrsta stjørnarfundinum 9. juni vóru uppskot til lógir gjørdar. Ásett upptøkugjald 10 kr og árligt limagjald 10 kr. Avgjørt varð eisini at hyggja at svimjingarhylinum í Prestá og møguligum lendum til fótbóltsvøll, her var hugt eftir: á Mýrahjalla, trøð sum kommunan átti og økið omanfyri Seiðabergsklett innan fyri Akersvík.

Á fyrsta aðalfundinum 1. juli vóru umleið 40 limir møttir. Lógaruppskot vóru samtykt og segði grein 1: Navn felagsins er Skála Ítróttarfelag ( stuttstava SÍ ) og heimstaður tess Skála.

Tá ið felagið var stovnað, var kappróður og fótbóltur í bygdini. Kappróðurin var í lántum bátum og fótbóltur við einstøkum dystum ímóti øðrum í Eysturoynni, har vøllir vóru.

Arbeiðssetningurin hjá felagnum var tí fyrst, at fáa egnan bát og síðani ein fótbóltsvøll í bygdina. Eisini skuldi møguleiki gerast at íðka ymiskar ítróttargreinar fyri øll.

Í dag er felagið eitt fótbóltsfelag burturav.