Leiðreglur

Leiðreglur

Skála Ítróttarfelag arbeiðir fyri at okkara íðkarar, foreldur og onnur, ið varða av ítróttarfelagnum, fáa eina góða uppliving í fótbóltsumhvørvinum. Í 2008 orðaði Ítróttarsamband Føroya leiðreglur um góðan atburð.

Skála Ítróttarfelag tekur undir við leiðreglunum hjá ÍSF, sum m.a. siga, at vit skulu virða hvønn annan, soleiðis at umhvørvið er gott og trygt, og har vit koma saman í gleði.

Leiðreglurnar fevna um íðkarar, foreldur, børn, dómarar, hjálparfólk, leiðarar og venjarar.

Skála Ítróttarfelag mælir øllum til at lesa leiðreglurnar hjá ÍSF, sum eru at finna her: