Í eini spennandi finalu komu okkara aftur í aftur eftir ringa byrjan.
At vit reduceraðu til 1-2 stutt undan steðginum gav mót og áræði til seinnu hálvu, har vit sóu eitt væl kempandi Skálalið til seinast avgera dystin. AB kastaði alt fram til endans, men verjan var stinn, og vit koyrdu sigurin í hús.
Skála hevði yvirvág á áskoðaraplássunum, har nógvir yngri fjepparar vóru óførir at koyra á okkara, sum veruliga høvdu brúk fyri hesum eftir óhepna byrjan.
Okkara løgdu høgt tryst fyrstu løtuna, men AB við skjóta Heðin Olsen á kantinum svaraði aftur og løgdu seg framum í teirra fyrstu roynd. AB spælir skjótt fram til Heðin, sum ein móti einum sleppur innum verju og smekkar til úr spískum og tíverri millum beinini á Óla í málinum.
Løtu seini er aftur galið. Jón Steingrímson førir bólt skjótt fram í vinstru, ger skjótt skift til frían leikara í høgru síðu å brotsteigi. Óli bjargar harða flata skotinum, men tíverri støkkur bólturin út til Heðin Olsen, og so er 2-0.
Næstu løtuna hótti AB fleiri ferðir, men vit riðu stormin av og trýsti minkaði sum hålvleikurin leið. Skála hevði ikki nógv vandamikið fyrru hálvu, men í 43. minutti fær Sebastian fót å innlegg, sum smýgur sær røttu megin stongina og hálvleikur og game on. 2-1.
Skála leggur ræði fyri í seinnu hálvu, og longu í fyrsta minutti er Beinir um at javna, tá hann verður stungin fríur í vinstru, men AB málverjin bjargar. AB hevði givið meistaradeildsleikarunum Jón og Sjúrða hvør sín hálvleik, men Sjúrður megnaði ikki á sama hátt at dominera miðjuna har røsku John Joensen og Markus í Selvindi Nattestad gjørdu tað torført hjá AB at skapa nakað, har teir fanga fleiri bóltar og seta skjótt í gongd.
Útjavnandi málið kemur eftir eitt langt spark frá Óla niðan á Jeffra, sum finnur Sebastian, ið hegnisliga stingur innum til Elias B, sum er ísakaldur. 2-2.
Skála eru vandamiklir nærum hvørja ferð frammanfyri AB málinum, og tá ca. 77 minuttir eru leiktir, halda vit ondini, men gakk. Skjót umstilling endar við at Beinir leggur gott innlegg uppá tvørs til Jeffra, men hann kiksar stóra møguleikan. Jeffrey gjørdi tað tó gott aftur løtu seinni.
Vit eru í 85 minutti. Jeffrey, sum við Sebastian var fremstur í 4-4-2 skipan, bleiv býttur um við Elias B á høgra miðju. Uppspæl endar aftur hjá Sebastian, ið flott spælur Jeffra í høgru, sum leggur flott flatt innlegg til Elias B, sum tætt undir málinum placerar fram við Torkil Skála. Ótrúligur rómur bæði á og uttanfyri vøllin.
Seinastu løtuna leikaði hart á, menn vóru troyttir og nógvir krampar. AB blakar alt fram, men vit verja væl og tætt, tá skotini koma og Sølvi og Ervin tóku sær av innleggunum saman við Óla. Eftir 97 minuttir bríkslar Lognberg av, og Skála hevur vunnið eitt av heilt fáum steypum á dreingjasíðuni.
Elias B bleiv valdur til man of the match, men tad vóru fleiri kandidatar. Eitt sera jaligt kvøld eftir taptu kvinnufinaluna í gjårkvøldið.
U21 hava ikki vunnið dystir í ár uttan í steypakappingini, har vit fóru allan vegin. Stórt tillukku og takk fyri eina fína og spennandi finalu.
Koyr á Skála!
(myndir frá FSF)
Myndasavn
Seinastu tíðindi
SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026
Tættur dystur í minnu steypafinaluni
Stuðulsrenning