Aftur til tíðindasavn

Nýggja starvsnevndin hevur skipað seg

04 nov 2025

Hósdagin 30. oktobur var starvsnevndarval hjá Skála Ítróttarfelag

Undan fundinum var greitt, at tveir starvsnevndarlimir ikki tóku við afturvali. Rókur V. Nilssen og Rói Dahl Olsen takkaðu fyri seg eftir ávíkavist trý og eitt ár í starvsnevndini. Felagið takkar teimum báðum fyri teirra íkast og tænastu.

Tveir nýggir starvsnevndarlimir skuldu tískil finnast, og á fundinum blivu Høgni Jensen og Steinar A. Prestá valdir inn í starvsnevndina. Rúni J. Niclassen bleiv valdur til fyrsta tiltakslim.

Bjørk Lamhauge bleiv á fundinum vald inn í ungdómsnevndina, sum nú telur tríggjar limir.

Eftir nevndarvalið kundi staðfestast, at nýggja starvsnevndin er mannað við seks føstum limum og tveimum tiltakslimum.

Nevndin skipað seg

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Jakob Lind-Jakobsen, formaður
Jóna E. Zachariassen, næstforkvinna
Erland Berg Danielsen, nevndarlimur
Høgni Jensen, nevndarlimur
Steinar A. Prestá, nevndarlimur
Sveinur Ellefsen, nevndarlimur

Rúni J. Niclassen, fyrsti tiltakslimur
Eyvindur Jacobsen, annar tiltakslimur

Umsjónarøkir

Harnæst hevur nevndin skipað seg við fylgjandi umsjónarøkjum:

Formaður: Jakob Lind-Jakobsen
Kassameistari: Steinar A. Prestá
Samskifti: Erland Berg Danielsen
Stuðlar og tiltøk: Jóna E. Zachariassen
Fótbóltur vaksin: Sveinur Ellefsen
Fótbóltur ung: Høgni Jensen

Ungdómsnevnd

Bjørk Lamhauge, limur í ungdómsnevndini
Gudny Viderø Johannesen, limur í ungdómsnevndini
Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen, limur í ungdómsnevndini

Sambært viðtøkum felagsins kunnu í mesta lagi fýra fólk sita í ungdómsnevndini. Fundurin gav nýggu starvsnevndini heimild til at leita eftir fjórða persóninum til ungdómsnevndina.
Ungdómsnevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa og tilrættisleggja ungdómsarbeiði felagsins.

Saman gera vit mun

Felagið eigur nógvar ídnar stuðlar og nýggja nevndin vónar at enn fleiri hendur vilja verða við at stuðla arbeiðinum eftir teirra førimuni. Tað eru vit øll í nærumhvørvinum, ið saman gera ein mun og flyta felagið framá.

Vit takka farandi starvsnevndarlimum og ungdómsnevndini stórliga fyri teirra stóra arbeiði!

Skrivað: Steingrím Jacobsen

Seinastu tíðindi

04. nov 2025

Nýggja starvs­nevndin hevur skipað seg

14. okt 2025

Nevndarval 30. oktober kl19.00

04. okt 2025

Lutaseðlar­nir trektir

28. aug 2025

Stuðuls­renning