Hósdagin 19. februar kl.19.00 verður ársaðalfundurin hjá Skála Ítróttarfelag
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins og verður hildin í fyrsta ársfjórðingi.
Aðalfundurin skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan fundinum. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.
Mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin. Starvsnevndin leggur innkomin mál fram fyri aðalfundin.
Ársaðalfundurin hevur fylgjandi fundarskrá
Val av fundarstjóra og skrivara
Ársfrágreiðing
Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
Innkomin mál
Val av grannskoðara, sum í minsta lagi skal vera skrásettur
Ásetan av limagjaldi
Ymiskt
Fundurin verður í Skála skúla.
Seinastu tíðindi
10. nov 2026
Starvsnevndin hevur skipað seg
12. okt 2026
Nevndarval hóskvøldið 29. oktobur
11. okt 2026
Lutaseðlar trektir
18. sep 2026