Hósdagin 4. juni kl. 17.30 verður stuðulsrenning undir Mýruhjalla á Skála.
Hósdagin 4. juni kl 17.30 verður stuðulsrenning á vøllinum á Skála.
Øll, sum hava hug at stuðla felagnum, eru vælkomin at renna ella ganga so langt sum tey orka í 30 minuttir.
Hvør rennari er vælkomin at samla sær nakrar stuðlar, sum í ár stuðla við eini fastari upphædd.
Vinningar
Vinningar vera latnir til tey, ið renna flest metrar og sum savna flest pening inn.
Vinnararnir í hesum bólkunum fáa medalju handa til eina av venjingunum eftir stuðulsrenningina:
Gentur: U5, U7, U9, U11, U13, U16 + eldri.
Dreingir: U5, U7, U9, U11, U13, U15 + eldri.
Eftir stuðulsrenningina bjóðar Skála rennarunum breyð, saft og kaffi/køku í skýlinum.
Stuðulsskjal
Stuðulskjøl eru útflýggjaði til leikarar, og eru tey eisini at fáa í Skálahølinum í høllini ella kann leikarin venda sær til sín venjara.
Stuðulsskjalið kann eisini heintast her: Stuðulsrenning 2026 hjá Skála Ítróttarfelag
Seinastu tíðindi
Stuðulsrenning
Tilmeldingardagurin 2026
Aðalfundur