Aftur til tíðindasavn

Menninir fluttir upp - U21 fekk steyp og kvinnurnar fingu bronsu

17 okt 2021

Nakrir avgerandi dystir hava verið nú um vikuskiftið.

Leygardagin vóru kvinnurnar í Gundadali og leiktu móti HB. Frammanundan dystinum var greitt, at um vit skuldu tryggja okkum silvurheiðursmerki, so var ein sigur helst eitt krav. Tað vísti seg tó at HB kvinnurnar vildu tað øðrvísi. Tær løgdu seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum, og tann støðan helt sær langt inn í seinna hálvleik, áðrenn HB økti til 2-0. Anna Súnadóttir Hansen fekk tó pynta uppá úrslitið, tá hon í 89. min. umsetti eitt brotspark til mál. Tá NSÍ samstundis vann sín dyst trygt, komu tær framum á stigatalvuni, og máttu okkara tískil taka til takkar við 3. plássi.
Vit mugu tó siga at kappingarárið hevur verið ein uppreisn í mun til gongdina seinastu tvey árini, tá mótbrekkan hevur verið tung. Nú hava fleiri ungar tikið seg fram, og eru til reiðar at bjóða av á besta liðnum. Stóran part av kappingarárinum hava okkara verið partur av oddastríðnum, og tað sigur ikki so lítið. Vit eru errin av avrikinum og vóna at síggja framgond komandi kappingarár.
Kvinnurnar endaðu dagin við einum hugnakvøldið heima hjá venjaranum Símun Eliasen, har borðreitt var við alskins góðum.
Seinni á degnum spældu Skála og KÍ 1.deild menn dyst undir Mýruhjalla. Skála legði seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men báðu ferð kom KÍ afturí aftur. Men í 83. min. gjørdist Karl Martin Johansen matchvinnari, tá hann snýtti bæði verju og Meinhard í KÍ málinum, tá hann hegnisliga lyfti bóltin móti handara horni og í mál. Við sigrinum hava menninir lagt seg á odda við 9 stigum, nú bert 6 stig eru eftir at spæla um. Tískil eru gullkrúnurnar og uppflytingin viss. Men sera stórur spenningur er um 2. plássið, har trý lið í løtuni liggja jøvn við 40 stigum. Næsta vikuskifti taka vit ímóti B71 á heimavølli, og ongin ivi um at tað verður ein ordans dystur, har sandingar fara at stríðast fyri sínum møguleika at flyta upp.
Okkara U21 lið spældi sín seinasta dyst í bólkinum fyri tveimum vikum síðan. Og við at vinna á FC Hoyvík, løgdu vit okkum á odda í bólkinum. Men ÍF og Víkingur skuldu eisini leika sama dag, og tann dysturin bleiv útsettur vegna veður. Greitt var, at um ÍF vann dystin móti Víkingi við 5 málum ella meir, so endaði steypið í Fuglafirði. Tískil var spenningur í luftini í dag, tá útsetti dysturin var á skránni í Sarpugerði, beint eftir Betri dystin millum somu lið. Talan bleiv tó ikki um líka rokmiklan dyst, sum Betri dysturin var - og tá Jørleif Djurhuus bríkslaði fyri seinastu ferð, stó 4-4 á máltalvuni, og tískil sluppu okkara dreingir á vøllin at taka steypið heimaftur, eftir at vit lótu FSF tað innaftur fyri nøkrum døgum síðan.
Hjartaliga til lukku við tí dreingir!
Samstundis fara vit at ynskja KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag hjartaliga til lukku við FM bæði hjá kvinnum og monnum. Vit síggjast næsta ár!

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF