Aftur til tíðindasavn

Ervin Rasmussen á landsliðið

24 aug 2021

Saman við øðrum góðum ungum leikarum, er okkara Ervin úttikin til U17 landsliðið, sum fer á ferð til Gibraltar í septembur. Áðrenn fráferð hevur landsliðið eisini tvær samlingar í Føroyum.

Ervin hevur víst góð evni, og tikið seg nógv fram sum fótbóltsleikari. Seinastu tíðina hevur Ervin eisini vant við besta mansliðnum, og hevur verið á bonkinum nakrar dystir, og tað er bara spurningur um tíð áðrenn hann fær fyrstu minuttirnar á vøllinum við besta mansliðnum. Eisini er Ervin raskur at hjálpa kring felagið, bæði sum hjálparvenjari hjá yngru dreingjunum, og við øðrum praktiskum uppgávum.


Vit ynskja Ervin til lukku og ynskja øllum hópinum góða ferð!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026

04. feb 2026

Aðalfundur

04. nov 2025

Nýggja starvs­nevndin hevur skipað seg