Landsliðið luttekur á Baltic Cup 2021 í Talinn í Estlandi, sum verður í døgunum 24. – 30. August 2021.
Her skulu genturnar leika dystir móti teimum trimum baltisku londunum Estland, Lettland og Litava. Undan hesum verður ein venjingarlega í Havn 21. og 22. August.
Jakobina og Ingrið eru fastar fúsar á okkara U15 liði, umframt at tær eru við til dystir hjá eldru deildunum eisini. Aðrar gentur hjá Skála hava eisini luttikið á úttøkuvenjingum hjá landsliðnum – tit eru allar óførar, og vit eru errin av okkara gentum!
Vit ynskja tykkum øllum góðan túr og góða eydnu!
Seinastu tíðindi
04. nov 2025
Nýggja starvsnevndin hevur skipað seg
14. okt 2025
Nevndarval 30. oktober kl19.00
04. okt 2025
Lutaseðlarnir trektir
28. aug 2025