Aftur til tíðindasavn

DYSTARLÝSING: B71-SKÁLA, 0-3

27 jun 2021

Skála skúgvaði allan iva til síðis í dag við, til endans, at vinna greiðan sigur á nærmasta kappingarneyta til beinleiðis uppflytan, B71.

Eftir ein meira nervmiklan fyrra hálvleik har vit leiktu móti vindinum, setti Skála alt uppá pláss við tveimum framúr málum innan fyri 10 minuttir eftir at tími var leiktur.
Frískt lot langs eftir eftir vøllinum inni í Dal, turt og sól. Serliga fleiri tilkomnir Skála fjepparar, høvdu leita sær til Sands í dag. B71 fjepparnir høvdu nógvu tilkomnu fjepparnar á orði í einari speiskari viðmerking, men hesir hugnaðu sær og fingu ein góðan og gevandi túr við flottum málum.
Kristian Martin var við aftur eftir leikbann og byrjar saman við Pedro í miðverjuni frammanvert Tóra við Mikal og Djóna á vongverjunum.
Niels Pauli, Pætur og Poul mitt á við brøðrunum Martin og Dávid á kantunum og Andreas fremst ístaðin fyri skadda Aksel.
Skála leikti ímóti vindinum fyrru hálvu og blivu trýstir aftur á vøllin av nógvu longu sendingunum frá heimamonnunum til teirra høgu álopsleikarar. Hetta skapti nakrar spentar støður har vit í fleiri førum góvu teimum ov løtt horna - og fríspørk, sum tó spældu væl av. Teir fingu ein stóran møguleika eftir at vit ikki fáa vart fyri innleggi í okkara vinstru síðu, har Clayton bert er centimetrar frá at leggja teir framum við handara stólpa.
Áðrenn hetta hevði Skála havt stóran møguleika, tá Poul fangar ein bólt frá verjuleikara í høgru, setir beina kós á málið, men teirra málmaður er fyri flata skotinum. Vit fáa tveir stórar møguleikar aftrat. Fyrri eftir gott og tolið uppspæl, har Pætur finnur Andreas í bakrúminum, Andreas meddar til men málverjin er aftur fyri. Skálafjepparnir hildu at vit høvdu fingið mál løtu seinni, tá B71 eftir hornaspark og trunkaspæl fáa vart burtur á sjálvari strikuni, men 0-0 til hálvleiks.
Skála byrjar væl betur undan lotinum og vit trýsta spælið uppá teirra hálvu. Vit fáa kantarnar meira við í spæl og Andreas er vælupplagdur og arbeiðsamur sum fremsti álopsleikari. Vit hava fínar atsøknir og tað einu ferðina rakar bóltin stong út, tá Andreas hevði avrættað skot frá Djóna úr vinstru.
Framvegis málleyst og løtu seinni eru vit um ein háls í einum kontraálopið frá B71. Teir fáa bóltin fram í okkara høgru, har báðir okkara miðverjar eru leitaðir út. Teir fáa flutt bóltin framvið miðverjuni, og so Clayton heilt fríur mitt fyri, men Tóri hálar eina flotta bjarging úr hattinum tá Clayton setur fínt skot niður í vinstra málhorn og vit sleppa við hvøkkinum. Løtu seinni eru vit frammanfyri.
Martin er alt meira við í spælinum á vinstra kanti. Á tímanum fintar hann væl inn á vøllin og leggur tvøra sending til Pætur, sum ,uttanvert brotsteigin, meddar til fyrstu ferð og bólturin situr í málhorninum - framúr mál. Mál broytir dystir og Skála gerast meira róligir á bóltinum og flyta bóltin væl runt næstu løtuna og 10 minuttir seinni fáa vit næsta málið sum eisini er framúr.
Andreas móttekur bóltin í vinstru, setir ferð á, fintar skjótt inn á vøllin og smekkar til har bólturin situr undir tvørstongini mitt fyri, har teirra málverji nærmast ikki nær at reagera fyri harða skotinum.
Skála er omaná og heimamennirnir brúka mest tíð uppá at illneitast á dómarin sum gevur fleiri gul kort.
Sorin fremur fleiri útskiftingar seinasta korteri, og vit fáa enn eitt mál tá tað resta 10 minuttir. Poul, í aftur í dag var vælupplagdur, blívur sendur avstað í vinstru í umstilling, komin inn í brotsteigin verður hann feldur eftir at hava gjørt skotfintu og Niels Pauli setur brotsparkið trygt inn við at senda málverjan skeiva vegin.
Skála hevur bóltin í netinum einaferð aftrat, tá innskifti Hanus setur væl inn eftir at Pætur hevði sent hann avstað, men tað verður vinka fyri rangstøðu og 0-3 endar.
Skála vinnur torføran útidyst og økir um munin til júst B71 til 14 stig, nú 13 dystir eru eftir at leika. Sum nevnt í seinastu lýsing, so skal tað nú ganga øgiliga illa um Skála ikki vinnur sær beinleiðis uppflytan. Skálaleiðslan og venjari kunnu spakuliga byrja at fyrireika seg til sunnudagsfótbólt í 22.
Fyrst ein stutt summarferia og so fyrireiking til næsta dyst heima ímóti NSÍ tann 26.juli. Týdningarmikið verður framvegis at verða líka væl fyrireikaðir til hvønn dyst sum seinastu tíðina, og tað ivast vit fjepparar ikki í at royndi hópurin verður á Ólavsøku.


KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF