Aftur til tíðindasavn

DYSTARLÝSING : SKÁLA-VÍKINGUR: 2-1

12 jun 2021

Skála vann toppdystin í 1 deild í góðveðrinum í kvøld. Skála hevði fult tamarhald á og var frammanfyri við tveimum, tá útiliðið fekk brotspark og vit mann útvístan. Spenningur kom aftur í dystin, men við Tóra sum tryggum seinasta skansa og Pæturi sum stýrmanni stóðu vit ímóti trýstinum.

12 juni 2021 fer í fótbóltshøpi, søguliga, at verða mint á tá Christian Eriksen small um í Parkini.
Stilt og góðveður á fjarðastevnu og fitt av áskoðarum, tó at nógvir vóru sein á veg til dyst, ivaleyst fyri at fylgja støðuni hjá Christian Eriksen, sum í skrivandi løtu, sær út at enda jalig.
Skála byrjaði við Mikal, Pedro, Kristin Martin og Djóna frammanvert Tóra. Niels Pauli, Pætur og Poul í trýkantinum á miðjuni við Andreas og Dávid á kantunum og Aksel fremst.
Skála byrjar betur og flyta bólt og leikarar væl runt, men blíva sjálvdan vandamiklir. Poul hevur størsta møguleikan tá hann gerst heilt leysur uttarlaga í brotsteigi, eftir innlegg úr høgru, men er ov bráður og meddar við síðuna av.
Dávid á høgra kanti er við í tí mesta frammeftir eins og hann arbeiðir fyrimyndarliga aftureftir og tað er hann og Mikal sum eru arkitektarnir tá vit leggja okkum frammum.
Mikal leggur neyva sending í bakrúmi í høgru, har Dávid er stungin avstað og júst áðrenn bólturin fer út av baklinju, nær hann at leggja flatt innlegg til Aksel sum er fyrstur á við fremsta stólpa og 1-0 - gott mál.
Eftir hetta tekur Skála seg longur aftur og røsku, ungu Víkingarnir søkja at, men tað blívur sjálvdan vandamikið, bert onkrar hissini langskotsroyndir sum Tóri hevði fult tamarhald á. Tað einu ferðina brast Tóri saman við Víking, men tíbetur reisti hann seg aftur og 1-0 til hálvleiks.
Skála byrjar seinna hálvleik betur og søkja at. Poul, sum saman við Andreas høvdu havt ein meira taman fyrra hálvleik, eru meira við í uppspælinum og eftir nakrar minuttir fáa vit næsta málið. Uppspælið er í vinstru har Djóni, sum er runnin framvið í yvirgongd, leggur høgt innlegg til aftara stólpa, har Poul er hægstur og stútar inn tætt undir málinum.
Poul hevði tveir møguleikar aftrat eftir 2-0 málið og Skála tyktist hava fult tamarhald á, tá spenningur aftur kemur í dystin um miðjan seinna hálvleik.
Kristian Martin ger brotspark og fær seinna gula kortið fyri kjaftaslit og eyðsýndi liðskiparin hjá Víkingi, Óla Kristian setur sikkurt inn.
Skála setur Pætur aftur í miðverjuna, liggja djúpt og spæla uppá at fáa onkultar umstillingar.
Innleggini ímóti okkum gerast fleiri og fleiri so hvørt sum Víkingar senda meira fólk fram, men vit standa væl ímóti har Pætur, Pedro og Tóri eru hægstir og fyrstir á nærum hvørja ferð.
Vit megna eisini nakrar ferðir at leika okkum úr trýstinum og tá er mangan gott pláss og vit skuldu avgjørt tá Aksel fær fríleypara frá miðjum vølli, men málverjin er fyri tá Aksel roynir at lyfta upp um hann.
Ólavur Mikkelsen blakar alt teirra lið fram, men vit hóra undan. Serliga tað einu ferðina er vandamikið, men verjan fær blaka seg fyri Víkingaskot í egnum brotsteigi og 2-1 endar.
Vit eru nærum miðvegis í kappingini, eru oddalið og 9 stig frammanfyri nærmast kappingarneyta til beinleiðis uppflytan, B71.
Skála og Sorin hevur ein ógvuliga royndan hóp sum ivaleyst inniheldur nokk til beinleiðis uppflytan, men sum nevnt, vit eru bert hálvvegis, og skulu framvegis halda snútan í sporinum.
Komandi Sunnudag skulu vit á Argir, har tað nærum hvørja ferð eru tættar uppgerðir og tá Argjamenn framvegis hava møguleikan at fáa uppflytingardyst, so verður tað ivaleyst tætt, so fjepparar Inn Í Vika komandi Sunnudag.
KOYR Á SKÁLA !!!

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF