So hendi tað enduliga aftur, at ein leikari, uppældur á Skála, fær landsliðsboð. Jákup Johansen, sum hevur slitið sínar barnagaggur undir Mýruhjalla, hevur fingið landsliðsboð frá Håkan Ericson.
Jákup skifti til Víking kappingarárið 2020, og hevur gjørt tað sera væl higartil. Frammanundan hevur Jákup verið ein styrkur á besta liðnum hjá Skála ÍF í nógv ár.
Landsliðið spælir móti Íslandi á Tórsvølli fríggjakvøldið 4. juni, og síðan gongur leiðin til Liktinstein, har dystur verður mánadagin 7. juni.
Vit ynskja Jákup og hinum í hópinum góða eydnu!
Seinastu tíðindi
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026
Tilmeldingardagurin 2026
04. feb 2026
Aðalfundur
04. nov 2025