Fótbóltsskúlin verður 22. - 23. juli og er ætlaður gentum og dreingjum í aldrinum 7 til 15 ár (tvs. børn fødd í 2006 til og við 2014).
Øll sum luttaka fáa aftrat góðari fótbóltsvenjing mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv.
Kostnaðurin fyri at luttaka er 400,00 kr. fram til tríggjar vikur áðrenn fótbóltskúlin verður hildin, tá hækkar prísurin til 500,00 kr.
Tilmelding til Fótbóltsskúlan 2021 fer fram á heimasíðuni hjá FSF, men tað er at gera skjótt av, tí tað er avmarkað pláss!
Vegleiðing til støddir er at finna her: https://www.macron.com/eu/en/size-guide (støddin, ið eitur TG).
Freistin at melda til er 3 dagar áðrenn fótbóltsskúlin byrjar.
Seinastu tíðindi

24. jun 2025
Stuðulsrenningin útsett til august mánaða

17. jun 2025
Stuðulsrenning

12. jun 2025
Lutaseðlasøla

06. mai 2025