Aftur til tíðindasavn

Poul afturkomin úr Italia

25 mai 2021

Seinastu vikuna hevur Poul Kallsberg vitja Italska stórfelagið S.S. Lazio í Rom. Her er Poul sloppin at royndarvenja við U19 liðnum hjá felagnum.

Vit hava fingið nakrar myndir frá Poul úr Italia, og eisini greiðir hann eitt sindur frá túrinum.

Poul letur væl at túrinum. Tað var eitt stórt upplivilis at vera har, og uppliva góðu vallirnar og kringumstøðurnar hjá felagum. Tað vóru fitt fólk og gott at vera har. Maturin var framúr, og umstøðurnar góðar.

Tað var eisini eitt upplivilsi at vera við til venjingarnar. Venjingarstílurin er nakað øðrvísi enn tað Poul er vanur við. Talan er um hægri tempo, og tað snýr seg um at vera skjótur við bóltinum, skjótur við avleveringum og ikki nógvar driblingar.
Umframt at vera við til venjingar, hevði Poul eisini høvi at møta øllum seriu A leikarunum, og tað var eisini stuttligt.
Vit ynskja Poul væl heimafturkomin!

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum