Aftur til tíðindasavn

DYSTARLÝSING : SKÁLA-B36 : 2-0

01 mai 2021

Tey í møttu stundisliga sóu málini í dag, tí longu eftir 4 minuttir hevði Skála fingið bæði tvey og avgjørt alt.

Restin av dystinum, var cruisecontrol hjá roynda Skála liðnum, ímóti einum ungum og ørkymlaðum B36 liðið, sum ongantíð kom yvir sjokkbyrjanina. Tað bleiv mest til kjaftaslit ímóti dómara, sum átti at givið enn fleiri kort eftir nógvar seinar eftirtaklingar.
Kalt høgættarlot í kvøld, turt og fín dystarlíkindir.
Skála hevði einstakar broytingar. Pedro var úti við snuddi, so frammanvert Tóra, byrjaðu, Jónard, Kristian Martin, Teitur og Mikal á høgra vongverja. Niels Pauli, Pætur og Jan mitt á, Andreas og Poul á kantunum og Aksel fremst.
Skála legði fyri sum eitt óløgi og longu í 1. minutti hevði Poul eina naska roynd og lítla løtu seinni er mál.
Kristian Martin er hægstur og stútar eftir frísparksinnlegg úr høgru frá Poul. 2 minuttir seinni gevur Aksel okkum eina dreymabyrjan uppá dystin tá hann er fyrstur á returi frá málmanni eftir Skála roynd frá Poul. 2-0 og bara 4 minuttir leiktir.
Skála hevði fleiri aðrar stórar møguleikar ígjøgnum dystin, sum áttu at givið fleiri mál, men Símin Rógvi í B36 málinum vardi fyri øllum ella fóru royndirnar uppum.
Einastu ferð hann ikki hevði kontrol á, var tá innskifti Dávid royndi seg úr stuttari fjarstøðu við vinstrabeininum, men viðleikari fekk burturbeint leysa bóltin.
Skála hevði lætt spæl og flutti bóltin væl runt og brúktu allan vøllin við fáum nertingum, sum gjørdi at B36 ongantíð veruliga kom inn í dystin. Tað minti mest um "possesion spæl" har Skála helt uppá bóltin og í nógvum førum heldur enn at søkja at málinum meira beinleiðis, settu bóltin í rundferð einaferð aftrat.
Vit komu ofta til teirra baklinju, serliga í okkara høgru síðu, men nærum ongantíð raktu innleggini viðleikara, óansæð um tey vóru høg ella lág.
Vit skuldu heilt fram til 18 min fyri tíð, áðrenn B36 fekk ein hálvan møguleika, tá teirra framherji meddar til langt uppum, eftir at Tórur hevði vart fyri einastu veruligu hóttanini frá B36 í dag, eitt hart innlegg sum bleiv "hálvklára".
B36 royndi seinastu løtuna at koma fram til møguleikar, men blivu ongantíð vandamiklir og ein sera tryggur 2-0 heimasigur.
Skála hevði rætta fokus í dag og roynda liðið lat seg ikki ávirkað av nógvu ónollunum frá ungu B36 leikarunum, sum ongantíð megnaði at koma yvir sjokkbyrjanina frá Skála.
Eftir 7. umfør hevur Skála fult stigatal, 21 og nærmasti kappingarneyti B71 hevur 12 - og AB 11 stig. Vit eiga sum fyrr nevnt B71 á í fyrsta triðinginum av kappingini, í einum útsettum heimadysti í verður leiktur miðskeiðis í August.
Íroknað útsetta B71 dystin, so eiga Skála, seinasta dystin í fyrsta triðingi í Runavík komandi leygardag, har NSÍ og Bill McCloud á øðrum pláss taka ímóti. Uppá nógvar mátar minnir mótstøðan um hana í dag, ímóti fleiri ungum, røskum, evnaríkum leikarum.
Skála eigur at gera alt fyri at varðveita góðu gongdina, so okkara kæru viðhaldsfólk, yvir til Runavík komandi leygardag at koyra á okkara menn.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF