Aftur til tíðindasavn

DYSTARLÝSING: SKÁLA-HB : 3-1

24 apr 2021

Skála vann ein góðan sigur á næstfremsta liðnum HB og hevur longu lagt sjógv til nærmastu kappingarneytarnar.

Í einum ferðmiklum 1. deildardysti ímóti einum vælmannaðum HB liðið, tók Skála ikki av møguleikunum í fyrra hálvleiki, men fingu málini seinnu hálvu áðrenn HB pyntaði uppá úrslitið.
Til seina dystin í kvøld var væl av áskoðarum kring allan vøllin. Góðveður, stilli og sera góðar umstøður til fótbólt.
Skála byrjaði nærmast sum seinastu dystirnar við einari broyting har Kristian Martin var á bonkinum eftir snudd.
Framman fyri Tóra vóru Mikal, Pedro, Teitur og Jónhard. Niels Pauli, Pætur og Jan mitt á við Andreas og Pól á kantunum og Akseli fremst.
Fyrsta korteri var taktiskt hvar bæði liðini royndu at vinna yvirvágna, so nógv spæl á miðjuni og ongir stórir møguleikar.
Sum tíðin líður leggur Skála seg á dystin og skapar fleiri stórar møguleikar.
Skála fær tann fyrsta stóra møguleikan við Jan eftir 16 minuttir og eftir ca 20 min. eigur Skála at leggja seg framum. Jan fangar bóltin frá HB verjuleikara í brotsteignum í høgru, trekkir inn og smekkar við vinstra fyri opnum máli, men bólturin fer beint omanfyri. Stórur møguleiki og so vóru tveir skálaleikarar enntá totalt fríir undir málinum og kanska í betri støðu enn Jan, men framvegis málleyst.
Tá knappur hálvur tími er runnin er Skála aftur uppá spæl. Vit samspæla væl við vælupplagda Andreas í vinstru, bólturin verður lagdur uppá tvørs har Pætur uttanvert brotsteig meddar til fyrstu ferð men beint á tríkant samankomingina og út aftur í spæl.
Pól fær ein stóran møguleika aftrat áðrenn hálvleik og HB hevði tvær vandamiklar støður, men framvegis 0-0.
Skála byrjar seinnu hálvu væl, samspæla skjótt við nógvum skjótum síðuskiftum har HB hevði trupuleikar at flyta verjupartin nóg skjótt.
Eftir eitt skjótt skift av Andreasi úr vinstru endar bólturin hjá Jan sum staddu uttanvert brotsteig við neyvari sending finnur høvdið á Aksel sum setur inn umvegis stólpan.
HB fer longur fram á vøllin, har teir hvørja ferð royna at finna Mihau og Pætur Petersen sum vóru bæði skjótir og vandamiklir, men serliga Mikal var raskur ímóti Pætur í vinstru og um bólturin kom til innlegg so var árvakna miðverjan og Tórur fyri.
Skála fær næsta málið tá 67 min eru farnir. Aksel søkir burtur frá týskarnum í HB miðverjuni, og frammanvert miðjuna í vinstru leggur hann eina góða sending uppum framstormandi HB verjuna, har renningin hjá Jan í plássi hja Aksel er perfekt og einsamallur við málmanni setur hann inn úr spískum eftir at málverjin hevði bjarga fyrstu royndini.
Werner Olsen, sum royndi seg á Skála í fjør, var borin av vølli eftir at hann brast í stongina í royndini at verja fyri hjá Jan, men 2-0.
HB setir triðja høgra verjuleikara inn at fáa bilbukt við Andreas, men lítið hjálpir. Andreas kemur, við síni nógvu ferð, ígjøgnum nærmast eftir vild og vit stóðu bert og bíðaðu eftir triðja málinum. Hetta kemur eftir 78 minuttir og var sera vakurt.
Uppskriftin er hin sama skjótt spæl og síðuskift út í høgru har Pól leggur hart og neyvt innlegg í beinini á innskifta Dávid sum setir inn tætt undir málinum.
Skála tekur fótin av pedalini seinastu 10 minuttirnar, fella nakað aftur á vøllin og løtu seinni hevur HB minkað um munin. Tórur, sum annars hevði verði sera tryggur, heldur ikki bóltinum eftir innlegg og HB ari setur leysa bóltin í tómt mál.
Løtu seinni samskifta málverjin og Skálaverjan ikki nóg væl og tað er um reppi at HB minkar enn meira um munin. Eftir hetta bleiv ongantíð veruliga vandamikið og 3-1.
Skála hevur fult stigatal 18 og nærmasti kappingarneyti til uppflyting B71 hevur 9 stig. Vit eiga B71 heima áðrenn fyrsti triðingurin er liðugur og megna vit eisini at fáa fult, so hava vit givið okkum sjálvum ein stóran fyrimun í málinum um beinleiðis uppflyting aftur í Betri deildina.
Dysturin í kvøld, gav okkum eisini eina áminning um stóra munin í leikferð millum 1 deild og Betri, tá Betri leikarnir á liðnum hjá HB í kvøld, veruliga settu ferð á ímóti okkara málið.
Kappingarárið er langt og tað krevur framvegis hart arbeiði og sama hugburð sum í kvøld at røkka málinum.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF