Í dag spælir Skála móti FC Suðuroy á Eiðinum. Hópurin fór suður í gjárkvøldið, og býr á Hotel Øravík, har seinastu fyrireikingarnar til dagsins dyst í løtuni eru í gongd.
Seinastu tíðina hava smáskaðar darvað fleiri av spælarunum, og trupult er at mannað liðið. Tískil hava formaðurin Ingi Hansen og venjarin Sorin Anghel gjørt av, at Sorin í dag verður partur av start 11, tá dysturin í dag verður bríkslaður í gongd kl. 14.15.
Á síðulinjuni verður tað so formaðurin Ingi Hansen sum fer at stýra liðnum saman við hjálparvenjaranum Boga Gregersen.
Sorin er navnframur áleypari, og hevur leikt mong ár fyri EB/Streym, umframt Víking og AB. Vit gleða okkum til at síggja Sorin í orange, og vænta okkum flott álopsspæl og nógv mál!
Seinastu tíðindi
04. nov 2025
Nýggja starvsnevndin hevur skipað seg
14. okt 2025
Nevndarval 30. oktober kl19.00
04. okt 2025
Lutaseðlarnir trektir
28. aug 2025