Aftur til tíðindasavn

DYSTARLÝSING: Eb/Streymur-SKÁLA

14 mar 2021

Skála fekk 3. harðvunnin stig við Margáir leygardagin.

Skála leikti í viðvindi fyrru hálvu og førdi 1-0. Skála byrjaði seinnu hálvu væl og fingu mál aftrat. Eftir hetta steðgaði heilt upp og skulu vit verða væl nøgd at fáa øll stigini eftir at heimaliðið hevði lagt gott trýst og javna. Nakrar minuttir undan leikloki ger Eb/Streymur óneyðugt brotspark og so kundi Niels Pauli avgera uppá sítt næsta brotspark.
-----------
Ongin serlig líkindir til fótbólt við Margáir í dag. Kaldur vindur langs eftir vølllinum og grovir ælingar alla tíðina. Tað vóru heldur ikki nógvir áskoðarar úr hvørgari legu.
Einasta broyting í mun til AB dystin var, at í staðin fyri skadda Jonhard, byrjaði Teitur á vinstra vongverja, saman við Pedro, Kristian Martin og Mikal á høgra vongverja. Niels Pauli, Pætur og Jákup á miðvøllinum, við Andreas og Poul á kantunum og Dávid fremst.
Skála leikti undan vindinum fyrru hálvu, men hevði torført at skapa stórar møguleikar. Eb/streymur var frammi nakrar ferðir í umstillingum har serliga Magnus Jarnskorð var eyðsýndur og fekk fleiri hornaspørk burturúr, sum tó ongantíð gjørdust ein hóttan.
Skála hevði einstakar langskotsroyndir og eftir eina slíka fáa vit brotspark tá heimamaður hevur hond á. Niels Pauli var tryggur tá hann sendi málmannin skeiva vegin.
Skála hevði tamarhald á, men royndi seg mest við longum sendingum sum næstan allar sigldu út av í vindinum og 1-0 til hálvleiks.
Skála plaga at spæla væl í mótvindi og tað gjørdi teir eisini fyrsta korterið av seinnu hálvu.
Spæli gekk skjótari og vit funnu betur okkara skjótu kantar og eftir vandamiklar atsóknir fáa vit næsta málið. Bólturin verður stungin fram til Andreas í vinstru sum er skjótari enn tveir verjuleikarar í elta hann og komin á brotsteigarmarkið smekkar hann til við vinstra niður í nærmasta horn. Gott mál av Andreasi og 2-0.
Ein fyrrverandi kendur venjari segði at 2-0 leiðsla er tann mest vandamikla leiðslan og tað bleiv sjón fyri søgn í dag.
Eftir at Skála hevði framt eina meira álopskenda innskifting, so mistu vit trýsti á miðvøllinum og komu næstu 20. minuttirnar at standa ov aftarlaga, tað bleiv rótut. Eb/streymur blivu við at trýsta og leggja innleggini frá síðunum. Hesi blivu vandamikil fleiri ferðir við stórum málmøguleikum hvar vit vóru um ein háls og eftir 73. min. minka teir um munin.
Bólturin verður leiktur inn frá høgru og Rói Olsen er merkiliga fríur miðskeiðis uttanvert brotsteig og tá ongin fer til hann, tekur hann eitt trekk og smekkar til og bólturin situr væl uttan nakran møguleika hjá Tóri. Løtu seinni er aftur galið.
Tórur má tó taka útjavnandi málið á sín kappa. Eftir at okkara annars roynda verja og miðja høvdu gjørt eitt hav av mistøkum og als ikki megnaðu at leika seg úr ágangandi trýstinum, so endar trýsti við enn einum hornasparki. Magnus leggur innat skrúva og Tórur feildømur bóltin í vindinum so bólturin heldur fram til handara stólpa har heimamaður setur lætt inn og 2-2 heilt uppiborðið og um 15 min eftir at leika.
Skála royndi at fóta sær, men tað var torført at fáa nakað skipa álopspæl, men úr einari av fáu royndunum fáa vit brotspark tveir min undan leikloki. Andreas verður sendur avstað í vinstru og setur ferð á, roynir at leggja innlegg við vinstra beini áðrenn bóltur fer út av baklinju, tá hann verður hart taklaður. Eb/streymur iðra seg ivaleyst tí støðan var ikki heilt vandamikil, men brotspark var. Niels Pauli er enn einaferð sera tryggur úr 11 metrum.
Hetta tók luftina úr hart arbeiðandi heimamonnunum og restina av dystinum royndi Skála at halda bóltin frammi í hornunum og tað eydnaðist væl og í yvirtíðini skuldu vit fingi okkara fjórða mál, tá Andreas hegnisliga spælir seg úr trýstinum í høgru og sendir Poul leysan við tvøravlevering til vinstru í brotsteignun, men málverjin verjir væl og 3-2 endaði til Skála.
Skála hevði tamarhald á í ein tíma uttan at leika væl. Skála megnaði ikki at leggja neyðuga trýsti eftir hetta og tað kostaði tvey mál. Heimaliðið kundi eins væl verði frammanfyri hesa løtuna, men vit fótaðu okkum og fingu til endans hála sigurin í land.
Eftir tveir útisigrar eiga vit okkara fyrsta heimadyst í ár komandi vikuskiftið. Teir næstbestu hjá KÍ vitja, sum ikki hava fingið nakra góða byrjan á kappingarárið.
Vit eru enn einaferð í favoritt leikluti, men fingu eina áminning í dag. Uttan mun til hvør mótstøðan er so er neyðugt at arbeiða hart ígjøgnum allan dystin, eisini í 1. deild.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF