Aftur til tíðindasavn

Ársaðalfundur 2021

12 feb 2021

Ársaðalfundurin hjá Skála Ítróttarfelag verður hóskvøldið 25. februar kl. 19.00 í bygdasalinum í Ítróttarhøllini á Skála. Sitandi nevnd tekur við afturvali

Skrá sambært viðtøkum felagsins. Møgulig mál til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

Nýtt ár og nýggj mál
Hóast árið 2020 var eitt tungt ár fíggjarliga, so vóru nógvir sigrar og nógv at gleðast um. Fjølmiðlarnir vistu at siga her fyri, at Skála Ítróttarfelag var tað mest vinnandi felagið í farna kappingarári. Hetta fegnast vit almikið um, tí tað boðar frá at vit gera eitt gott og rætt barna- og ungdómsarbeiði. Skála Ítróttarfelag hevur ikki bert fokus á stigatalvur og vunnar dystir.

Vit vilja skapa eitt sunt og stimbrandi umhvørvi fyri okkara børn og ungu, har tey mennast bæði sum einstaklingar og sum luttakara í felagsskapinum. Hetta eru grundarlagið fyri at vinna dystir og steyp.

Tað er m.a. hetta evni, sum vit fara at tosa um á aðalfundinum. Vit fegnast um at øll fólkini, sum eru í nevndini, longu hava játtað at halda fram. Tí skuldi ongin orsøk verið, at hildið seg aftur at koma á fundin.

Vónandi møta vit fjølment við góðum hugskotum og hugburði, soleiðis at vit øll fara heimaftur við styrktum áræði og vón um eitt gott komandi kappingarár.

Fundurin skal vera hugnaligur og kveikjandi, so køkur, kaffi og te verður eisini at fáa.

Vit síggjast 25. februar kl 19.00.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF