Aftur til tíðindasavn

LÝSING AV STEYPAFINALU GENTUR 15 : SKÁLA-HB : 1-0

22 nov 2020

Skála gentur framdu eitt bragd í dag við at vinna sera tættan dyst á FM vinnarunum úr HB.

Avgerðin fall 7 min. undan leikloki og tað var Sólja, sum við framúr málið avgjørdi. Liðini áttu stórt sæð hvør sín hálvleik, men tað var tá Skála var mest trýst, at kontramálið bleiv avgerandi.

Fín Novembur líkindir á Tórsvølli, eitt lot vestan sum ikki darvaði fótbóltsspælinum stórvegis. Nógvir áskoðarar úr báðum legum settu sín dám á og skiftust um at koyra á síni lið.

Skála byrjaði betur við høgum trýsti yvir allan vøllin og góvu tekniskt dugnaligu HB leikarunum ikki nógv pláss at leika á. Hetta var myndin tað nógva av fyrra hálvleiki, har vit komu til nakrar skotstøður, sum tó ikki hótti HB málverjan. Ikki fyrr enn móti hálvleiksenda tá Kristina leggur góðan diagonalbólt til Sólju, sum kemur til skot mitt fyri, men HB málverjin kastar seg til høgru og verjir fyri og málleyst til hálvleiks.

Skála mátti umskipað liðið nakað og møguliga var hetta orsøkin til at myndin vendi í seinna hálvleiki. Skála fall longur aftur á vøllin og langt bleiv millum verju og álop, so at Skála sjálvdan hótti frameftir. Hinvegin hevði HB nøkur vandamikil álop sum, um Katarina ikki vardi so væl fyri, høvdu givið HB leiðslu. Tað einu ferðina endaði bólturin á stongini eftir at Katarina hevði havt hondina á.
Best sum vit vænta, at HB yvirvágin skuldi føra til nakað, so skalla vit burtur eftir hornaspark og Sólja fangar bóltin á okkara brotsteigarmarkið og rest is history (hetta málið kemur ivaleyst at cirkulera nógv komandi tíðina).
Framvegis vóru 10 min. eftir, men eftir hetta kom HB ikki til nakað serligt, har skálagentur parkeraðu bussin og eftir 3 min. eykatíð, bríkslar dómarin av.

Ein fín og intenst finala við nógvum nærdystum og høgum tempo í løtum var av og hesaferð koppaði til okkara fyrimuns, eftir at vit í FM finaluni, ímoti sama liðið, ikki megnaðu at gera dælt av stóru yvirvágini og nógvum stórum møguleikum.

Vit skulu langt aftur í tíðina at finna steypasigur til ungdómslið hjá Skála, so vónandi vitnar hetta um at nýggjar og spennandi tíðir fyri framman hjá ungdóminum av vestara armi. Við sigrinum í dag hava hesar gentur so víst vegin, at alt kann lata seg gera við hørðum arbeiði yvir longri tíðarskeið, at taka dystin upp við stórfeløgini.

NB : Genturnar lata heilsa og siga at rópini frá okkara áskoðarum gjørdi munin, tá harðast leikaði á og siga tær stóra tøkk fyri tað.

Her sæst framúrskarandi málið hjá Sólju Ernstdóttir, ið avgjørdi steypafinaluna hjá G15:

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF