Símun Eliasen kemur at standa á odda fyri felagsliðnum 2021
Símum hevur sum leikari spælt í bestu fótbóltsdeildini í fleiri ár, og millum annað var hann við til at vinna steypakappingina við EB/Streymi í 2007.
Út yvir royndirnar sum fótbóltsleikari, so hevur Símun tikið UEFA A-licens. Símun hevur drúgvar royndir sum venjari, og úr rúgvuni kann nevnast, at hann í tvey ár stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá ÍF, og eisini hevur hann staðið á odda fyri 1. Deild hjá HB í fleiri umførum. Seinast var Símun hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum.
Komandi árið skal Símun saman við Óla, Sunnuvá og Per standa á odda fyri at menna eitt sera ungt og spennandi lið í Betri deildini hjá kvinnum. Ungdómsliðini í feløgunum hava farna kappingarár staðið seg sera væl og vóna vit, at tilgongdin av Símuni eisini kemur at síggjast aftur í yngru deildunum hjá feløgunum.
Vit ynskja Símuni bestu eydnu við komandi avbjóðingunum og gleða okkum til eitt sera spennandi kappingarár!
Seinastu tíðindi
Nýggja starvsnevndin hevur skipað seg
Nevndarval 30. oktober kl19.00
Lutaseðlarnir trektir