Aftur til tíðindasavn

Eliesar Olsen settur sum høvuðusungdómsvenjari

08 jan 2021

Skála Ítróttarfelag hevur sett Eliesar Olsen í starv sum høvuðusungdómsvenjari fyri kappingarárið 2021.

Eliesar er 31 ár, er uppvaksin á Skála og búsitandi á Eiði saman við konu og børnum. Hann starvast til dagligt sum sølumaður hjá Nema.


Í felagnum er Eliesar bæði kendur sum leikari og venjari. Seinnu árini hevur Eliesar mest verið virkin í EB/Streymi og seinasta kappingarárið hjá NSÍ.


Ein framsøkin arbeiðsætlan fyri ungdómsarbeiðið er gjørd, og kemur Eliesar saman við felagnum og hinum venjarunum í felagnum at virka fyri, at venjingarkarmarnir verða fult gagnnýttir í ungdómsarbeiðinum. Herundir at fitnessrúm, ítróttarhøll og onnur høli í høllini verða nýtt optimalt, umframt at skipað verður fyri venjingum á smærru vøllunum kring um í nærumhvørvinum.


Eisini eru ætlanir um at betra og víðka venjingartilboðini til allar árgangir í barna- og ungdómsdeildunum, umframt at venjingarætlanir og menningarætlanir verða mentar og dagførdar.


Vit eru glað fyri at bjóða Eliesar væl afturkomnan til Skálar, og síggja fram til gott samstarv í komandi kappingarári.

 

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

12. jul 2025

Lutaseðlar­nir eru trektir

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla