Aftur til tíðindasavn

Venjaratoymi styrkt

19 des 2020

Umframt at tað longu er greitt, at Sorin Anghel og Knút Johannesen halda áfram sum ávíkavíst høvuðsvenjari og hjálpar-málmansvenjari, so er nú greitt at Eugen Voda eisini tekur eitt ár afturat sum málmansvenjari, umframt at avtala er gjørd við Ronju Joensen, ið kemur at vera knýtt at hópinum sum fysiskur venjari.


Ronja starvast til dagligt sum persónligur venjari og kostráðgevi hjá Burn Fitness, og hevur útbúgving frá Fitness Institute í Danmark. Og fer framyvir at leggja hópinum lag á, tá tað kemur til fysiska venjing.
Seinastu tvær vikurnar hevur Ronja havt hópin undir hond til venjingar, og tað ljóðar frá spælarunum at tað er ólukksáliga hart men sera gott. Væntandi fer hetta at geva spælarunum eitt lyft á tí fysiska økinum, umframt at virka skaðafyribyrgjandi.
Vit eru eisinin fegin um at Eugen hevur valt at taka eitt ár afturat í leiklutinum sum málmansvenjari á Skála. Eugen er gamal kenningur á Skála, har hann spældi við besta liðnum sum málmaður frá 2001 og nøkur ár fram. Undanfarna kappingarár kom Eugen saman við Sorin inn í venjarahópin eftir summarsteðgin.
Onkur leikarasáttmáli afturat er á veg eisini, so tað gongur rætta vegin at bryna seg til komandi kappingarár.

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF