Aftur til tíðindasavn

SKÁLA HEVUR TVEY GENTULIÐ Í STEYPAFINALUNUM

15 nov 2020

Vegna veður eru báðar steypafinalur fluttar. Gentur 18 hjá felagsliðnum Ebstreym/Skála spæla hóskvøldið 19. november kl. 19 á Tórsvølli móti B36. Finalan hjá gentum 15 móti HB er flutt til sunnudagin kl. 15 á Tórsvølli.

Fyrr í vikuni leikti Gentur 18 felagsliðið hjá Ebstreymi/Skála seg í steypafinaluna, sum verður komandi fríggjakvøld ímóti B36.
Í kvøld leiktu Gentur 15 hjá Skála seg í steypafinaluna á Tórsvølli ímóti HB.
Í eini sera spennandi hálvfinalu í Serpigerði vann Skála 3-1 á Víkingi eftir longda leiktíð. Skála var betri leikandi liðið allan dystin við flest atsøknum, men tað var Víkingur sum fekk fyrsta málið burtur úr ongum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, eftir ivasamt verjuavrik frá okkara síðu.
Skála var omaná í seinna hálvleiki og skaptu nógvar møguleikar, men vit skuldu heilt fram til 10 min. undan dystarloki áðrenn vit javna eftir diagonalbólt í aftara øki, har Sólja setur inn. Skála hevði fleiri stórar møguleikar at avgera, men inn fer bólturin ikki og longd leiktíð.
Skála tyktist hava meira orku í longdu leiktíðini, men ikki fyrr enn í seinnu hálvu av longdu leiktíðini avgera vit. Sólja er enn einaferð ísakøld eftir at hon verður stungin avstað í vinstru og løtu seinni avgerð Jakubina tá hon við skotfintu kemur inn til høgru í brotsteignum og leggur bóltin í handara síðunet.
Tað hendi ikki stórvegis aftrat har Skálagentur mest koyrdu bóltin runt og stórur fagnaður tá dómarin bríkslar av.
FM vinnarnir og favorittarnir HB bíða á Tórsvølli, men er tað nakað lið sum kann geva teimum mótstøðu í ár, so er tað júst Skála. Tær vístu í kvøld stóran innsats og vinnaravilja at koma afturíaftur og hetta verður brúk fyri leygardagin.
Tveir av leikarunum á G15, Andrea og Anna Katrina, hava leikt við Gentum 18 í ár, so hjá teimum báðum dragar tað seg um tvær finalur leiktar við 16 tíma millumrúmi.
Við vón um at fleiri skálafjepparar leggja leiðina á Tórsvøll bæði fríggjakvøldið og leygardagin.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF