Aftur til tíðindasavn

Spennandi FM dystur hjá G15 undir Mýruhjalla

20 okt 2020

Okkara gentur góvu alt, men blivu akkurát ov stuttar í kvøld. Dysturin millum Skála og HB endaði javnur 1-1, og tað kravdi ein sigur til okkara gentur, um FM steypið skuldi blíva verandi á Skála.

Skálagenturnar vóru spælstýrandi meginpartin av dystinum, og komu til fleiri góðar støður, men torført var at umseta hetta til mál. Tó hepnaðist at fáa eitt mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki. HB genturnar dúvaðu meir uppá umstillingarnar, og vóru eisini vandamiklar í deyðbóltsstøðum. Tað var eisini ein slík støða sum gav mál nakað út í øðrum hálvleiki, tá eitt fríspark miðskeiðs á vøllinum, beint uttan fyri 16 meturin, bleiv sent høgt móti málinum, og bólturin dykkaði akkurát nóg nógv til at fara undir tvørtræði, men tó so høgt at har var onki at gera hjá Katarinu í málinum.
Í endanum trýsti heimaliðið óført á, fyri at fáa sigursmálið, og hóast fleiri spentar støður frammanfyri málið hjá HB, eydnaðist HB gentunum at binda fyri, og so bleiv tað til ein 1-1 javnleik, ið merkir at HB endar kappingina við 25 stigum, meðan Skála endar nr. 2 við 23 stigum.
Hóast tað í kvøld er hart at svølgja, at tað ikki bar heilt á mál, so eru vit ómetaliga errin av okkara gentum, sum hava lagt so nógv fyri, og hava havt eitt megnar kappingarár.
Tað gongur eisini sjón fyri søgn, at Skálagenturnar eru óførar, nú boð í kvøld eru komin til G15 landsliðsvenjing har Katarina, Ingrid og Jakubina skulu við, og til G17 landsliðsvenjing har Anna Katrina, Sólja og Andrea skulu við.
Óførar eru tit gentur! Vit ynskja eisini HB gentunum tillukku við FM heitinum.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF