Vit fegnast um at kunna kunngerða, at vit hava fingið tilgongd av Sólju Vinjardsdóttir Johansen og Saritu Petersen til kvinnuhópin hjá Betri kvinnum á Skála, júst sum landskappingin byrjar um tvær vikur.
Sólja Vinjardsdóttir Johansen
Sólja er 18 ára gomul, og hevur spælt 32 dystir í Betri Deildini og 2 dystir í UEFA Women’s Champions League. Sólja hevur eisini umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum. Seinasta árið hevur hon spælt við Betri-kvinnum hjá KÍ, men er uppvaksin í NSÍ, har hon eisini spældi við besta liðinum. Sólja er ein leikari, ið kann spæla á fleiri positiónum, men spælur mest á bakkinum og hon kemur uttan iva at styrkja liðið hjá Skála.
Sarita Petersen
Sarita er 20 ára gomul, og hevur drúgvar royndir við 81 dystum í Betri Deildini. Hon hevur eisini umboðað bæði ungdómslandsliðini og A-landsliðið hjá Føroyum. Flestu árini hevur hon spælt við EBS/Skála, men honer uppvaksin hjá EB-Streymi. Umframt fótbóltin er Sarita eisini ein royndur hondbóltsspælari, har hon hevur leikt út ímóti 80 dystir í bestu hondbóltsdeildini við EB. Hon spælir vanliga í verjuni og kemur at styrkja um liðið við sínum royndum og førleikum.
Vit hava nógvar evnaríkar ungar leikarar á liðinum, og við hesum báðum royndu leikarum afturat, fáa vit eitt breiðari og sterkari lið. Hetta fegnast vit um og eru sera spentir upp á kappingina, sum byrjar um umleið tvær vikur, siga Vinjard, Per og Súni, sum varða av Betri kvinnum á Skála.
Seinastu tíðindi

Eyka nevndarval hósdagin 27. mars

Skála ÍF styrkir um kvinnu-hópin

Aðalfundur felagsins
