Aftur til tíðindasavn

Til minnis um Tóra á Krónni

18 okt 2024

Tóri Christiansen, vanligur nevndur Tóri á Krónni, var sonur Alexander og Siggu Mariu. Tóri gjørdist 84 ára gamal, nú hann andaðist eftir stutta sjúkralegu við krabbameini. 

Tað eru einans fáir mánaðir síðani at Tóri brádliga heilsar og sigur at hann nú hevur fingið krabbamein. Ein setningur, sum kom heilt óvæntað um henda støðuga mann. Sigast má at sjúkralegan hjá Tóra gjørdist stutt.

Tóri var ein friðarligur, blíður og fryntligur maður og tað mundu verða fá í bygdini, ið ikki kendust við hann. Hann sást dagliga á skutarinum hjá sær og við flestu høvi steðgaði hann á at práta.

Nýligani var hann forharmaður um at skutarin var vorðin óvirkin, men tað gingu ikki nógvir dagar áðrenn nakrir ungir dreingir í bygdini brádliga avheintaðu skutarin hjá honum og komu aftur nakrar dagar seinni við honum umvældum og koyrandi aftur. Hesum rósti hann mangan og hvussu ungdómurin er hjálpsamur í bygdini.

Hann er kendur, sum egningarformaður í skúrðinum við báthylin á Skála og sjálvur eri eg her uppvaksin við at síggja og práta við Tóra gjøgnum uppvøksturin. Kortsíðan kom hann forbí á gátt til eitt altíð hugaligt prát, men nú bert fáar mánaðir seinni er hann farin til ein betri stað.

Tóri var ein av trúgvastu stuðulunum hjá Skála Ítróttarfelag. Hann gekk høgt uppí felagið, at tryggja sær árskortið og møtti til allar heima- og útidystir hann hevði møguleika til.

Minnini eru mong og sanniliga verður Tóri saknaður í bygdini og millum fólk!

Vegna Skála ÍF, Jógvan A.

Mynd: Kirsten Jacobsen

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

08. nov 2024

Skála Cup

01. nov 2024

Nevndin fullmannað

23. okt 2024

U13 dreingir vunnið gull

18. okt 2024

Til minnis um Tóra á Krónni