Aftur til tíðindasavn

Eitt stig og fantastiskur stemningur

24 sep 2020

Í gjárkvøldið átti málrevurin í 2. deild, Jóhan B. Johansen, síðsta orðið í dystinum, tá hann smekkaði bóltin í meskarnar til 4-4 í evstu løtu! Stemningurin var sera góður til dystin, har tað serliga var ein herur av ungum Skálafjepparum, ið áhaldandi sungu og róptu á okkara menn. Tit vóru fantastisk ???? Vit hava spurt liðskiparan, Pætur Dam Jacobsen, hvønn mun fjeppararnir gjørdu: “Tað gjørdi heilt sikkurt ein stóran mun. Tað var fantastiskt at hoyra teir rópa uppmuntrandi á okkum, sjálvt um tað var 0-2 til ÍF. Tað er heilt sikkurt, at tað vóru teir, sum fingu okkum til ikki at falla í fátt tá, men heldur at stríðast enn meir???? Nú vóna vit bara at hoyra og síggja teir aftur Sunnudagin????” Sunnudagin spælir Skála á útivølli við Løkin í Runavík, og vóna vit at síggja og hoyra tykkum aftur tá! ???? Koyr á Skála! Mynd: Sverri Egholm

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF