Aftur til tíðindasavn

Venjaratoymi hjá kvinnum á Skála ÍF verður styrkt

25 jun 2024

Vinjard Johansen og Per Mikkelsen verða nú høvðusvenjarar hjá Betri kvinnum í Skála Ítróttarfelag. Avtala er gjørd fram til endan av kappingarárinum 2025.

Í fyrru hálvu av kappingini í ár hevur Sveinur Ellefsen staði á odda fyri besta kvinnuliðinum hjá felagnum, og eftir ynski frá Sveini, hevur felagið nú styrkt um venjaratoymi. Vinjard Johansen og Per Mikkelsen verða tvídeildir høvðusvenjarar á besta kvinnuliðnum hjá felagnum. Báðir hava UEFA B venjaraprógv. 

Vinjard var undangongumaður, at byggja kvinnusíðuna hjá NSÍ uppaftur saman við øðrum og var samstundis partur av venjaratoyminum fyrstu árini hjá Betri kvinnum hjá NSÍ, sum vunnu tvær silvur medaljur fyrsta árið í deildini. Vinjard hevur eisini vant U17 kvinnuliðið hjá B68.

Per Mikkelsen hevur verið oddamaður á kvinnnusíðuni hjá Skála ÍF í nógv ár, og hann fekk eisini heiðurin sum ársins eldsál í 2020. Per hevur verið hjálparvenjari á besta mansliðinum hjá Skála ÍF seinastu tvey árini.

"Vit eru sera glað fyri at Vinjard og Per hava tikið av hesum møguleikanum. Báðir hava stóran áhuga fyri kvinnufótbólti og gleða seg at koma í gongd. Vit hava eitt nýtt ungt lið og stórar menningarmøguleikar." sigur Jógvan Andersen, næstformaður.

Felagið takkar samstundis Sveini fyri stóra íkastið, sum venjari fyrru hálvuna. Sveinur fór í farloyvi í nevndini hjá felagnum, tá ið hann gjørdist høvuðsvenjari og byrjar nú aftur í nevndararbeiðinum.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

08. nov 2024

Skála Cup

01. nov 2024

Nevndin fullmannað

23. okt 2024

U13 dreingir vunnið gull

18. okt 2024

Til minnis um Tóra á Krónni