Aftur til tíðindasavn

Skála ÍF sett fyrisitingarfólk

28 mai 2024

Starvsnevndin hjá Skála Ítróttarfelag hevur seinasta árið arbeitt hóvliga við málinum at menna fyrisitingarliga partin av felagnum. Næsta stigið er at seta eitt fyrisitingarfólk í starv at hava ábyrgd av dagliga virkseminum hjá felagnum.

Tilgongdin hevur við vilja verið drúgv, tí talan er um ein umráðandi part av víðarimenningini av okkara felagi. Eisini er kynstrið, at varðveita javnvág í felagskapinum við leggja lønta arbeiðsmegi afturat einum felagskapi, sum í høvuðsheitum verður borðin av sjálvbodnum arbeiðið, trupult at meistra.

Vit eru nú komin á mál við at gera fyrstu arbeiðslýsingina av starvinum og vit gleðast eisini almikið um, at vit hava funnið tann rætta til hesa lyklauppgávu í okkara felagi. Frá 1. august verður Steingrím Jacobsen fyrisitingarfólk hjá Skála ÍF. Steingrím er 30 ára gamal og fær, um alt gongur sum ætlað, læraraprógv um fáar dagar.

Yvirskipað kemur Steingrím at hava ábyrgd av dagliga virkseminum hjá felagnum. Har uppgávurnar bæði verða innan fyrisiting á skrivstovuni, men eisini praktiskar uppgávur, sum at vera bindilið millum nevndina og hjálparfólk og aðrar partar av felagnum og at samskipa kunning og tiltøk.

Vit í starvsnevndini ynskja Steingrími hjartaliga til lukku við starvinum. Samstundis fegnast vit um at Steingrím hevur valt at taka av hesum møguleika at hjálpa okkum øllum at menna felagið víðari.

Mál eftir mál!

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

24. jul 2024

Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla

12. jul 2024

Skála ÍF fær nýggjan hjálparvenjara

25. jun 2024

Venjaratoymi hjá kvinnum á Skála ÍF verður styrkt

28. mai 2024

Skála ÍF sett fyrisit­ingar­fólk