Aftur til tíðindasavn

Sorin hongur í!

06 okt 2020

Í kvøld hava Skála ÍF og Sorin Anghel forlongt venjarasáttmálan, soleiðs at Sorin heldur áfram sum høvuðsvenjari hjá Skála ÍF komandi kappingarár.

Hóast gongdin í ár ikki hevur verið til vildar, so er ongin ivi um at Sorin, saman við restini av venjaratoyminum, hevur lyft liðið og ávirkað hugburð og stríðsviljan.

Enn er als onki avgjørt í kappingini hjá betri monnum, og avgerandi dystur verður móti AB eftir landsliðssteðgin. Men nú er so greitt, at óansæð hvussu kappingarárið í ár endar, so eru partarnir samdir um at halda áfram við samstarvinum. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2021 og 2022.

Sorin hevur eitt hjartað fyri at byggja nakað upp í felagnum, og vera við til at menna spælaratilfeingi sum vit hava. Vit í Skála ÍF fegnast, og síggja fram til gott samstarv í komandi tíðum,.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum