Hósdagin 22. februar kl.19.00 verður ársaðalfundurin hjá Skála Ítróttarfelag.
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins og verður hildin í fyrsta ársfjórðingi.
Aðalfundurin skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan fundinum. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.
Mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin. Starvsnevndin leggur innkomin mál fram fyri aðalfundin.
Ársaðalfundurin hevur fylgjandi fundarskrá
- Fundarstjóri verður valdur
- Formaðurin greiðir frá farna ári
- Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
- Innkomin mál
- Val av grannskoðara, sum í minsta lagi skal vera skrásettur
- Ásetan av limagjaldi
- Ymiskt
Kunning um bestu liðini
Á fundinum verður eisini nærri kunning um bestu liðini hjá felagnum.
Fundurin verður í miðhøllini í Skála skúla.
Seinastu tíðindi

12. jun 2025
Lutaseðlasøla

06. mai 2025
Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum

29. mar 2025
Tilmeldingardagurin 2025

13. mar 2025