Vit kunnu við gleði kunngerða at venjaratoymið hjá besta mansliðnum hjá Skála ÍF heldur fram komandi ár.
Venjaratoymi við Paula Poulsen, sum høvuðsvenjara, Boga Gregersen og Per Mikkelsen, sum hjálparvenjarar og Steffan Gaard, sum málmansvenjara, heldur áfram komandi kappingarár.
Við 70 stigum hevur Skála ÍF megnað at fáa lið í bestu deildini komandi kappingarár. Hetta var gjørt við 83 skoraðum málum og einans 20 ímóti.
Seinastu nógvu árini er bert eitt annað 1. deildarlið, ið hevur megna at fáa 70 stig. Tað var tá Skála ÍF í 2015 fekk sama stigatal. Tá var Pauli Poulsen eisini høvuðsvenjari.
Saman við Paula hava vit sett langtíðarmál fyri besta mansliðið, har vit við fíggjarligum skynsemi ynskja at røkka so langt sum gjørligt, innan fyri givnu karmarnar. Herav kann nevnast, at bulurin á liðnum eru leikarar, ið hava tilknýti til nærøkið - og dentur verður lagdur á at menna egnar leikarar.
Sáttmálin við Paula Poulsen er longdur til og við 2026, meðan Bogi og Per taka eitt ár afturat í fyrstu atløgu.
Skála ÍF eru við hesum farin undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár við góðum treysti.
Mál eftir mál!
Mynd: Per Mikkelsen og Pauli Poulsen. Bogi Gregersen og Steffan Gaard vænta á myndini.