Aftur til tíðindasavn

Skála ÍF og EB/Streymur skipa aftur egin kvinnulið

23 okt 2023

EB-Streymur/Skála er eitt felagslið í føroyskum kvinnufótbóltið, ið bleiv stovnað í 2013, sum eitt samstarv millum fótbóltsfeløgini EB-Streymur og Skála Ítróttarfelag.

Felags kvinnuliðið hevur gjøgnum árini megna at rokkið fleiri góðum fótbóltsavrikum. EB-Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, hin 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið.

Nú 10 ár eftir at samstarvið bleiv skipað, fara feløgini tó aftur at skipað egin kvinnulið í bestu deildini til komandi kappingarár.

Arbeitt hevur verið við eftirmetingum og málum fyri kvinnufótbóltin frameftir og sum liður av hesum arbeiði er avgjørt at aftur skipa egin kvinnulið.

Skála ÍF og EB-Streymur takka hjartaliga fyri samstarvið øll hesi árini og ynskja blíðan byr nú liðini møtast aftur í kapping við hvørt annað komandi árið.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

24. jul 2024

Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla

12. jul 2024

Skála ÍF fær nýggjan hjálparvenjara

25. jun 2024

Venjaratoymi hjá kvinnum á Skála ÍF verður styrkt

28. mai 2024

Skála ÍF sett fyrisit­ingar­fólk