Hóskvøldið 19. oktober 2023 verður nevndarval í Skála Ítróttarfelag.
Sambært viðtøkunum skal nevndarval verða hildið við kappingarenda á hvørjum árið, tó seinast 1. november, og skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan.
Í starvsnevndini sita í minsta lagið 4 og í mesta lagið 6 limir. Uppgávan hjá starvsnevndini er at seta samtyktir aðalfundanna í verk, at standa fyri rakstrinum av felagnum og at gera reglugerð ella arbeiðsætlan fyri aðrar nevndir.
Nevndarvalið hevur fylgjandi fundarskrá:
1. Fundarstjóri verður valdur
2. Val av nevndarlimun til starvsnevnd og ungdómsnevnd
3. Val av tiltakslimum til starvsnevnd og ungdómsnevnd
4. Ymiskt
Fundurin verður hildin í bygdarhúsinum á Strondum kl.19.
Heitt verður á at møta fjølment.
Seinastu tíðindi
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026
Tilmeldingardagurin 2026
04. feb 2026
Aðalfundur
04. nov 2025