Aftur til tíðindasavn

EIN GÓÐUR SKÁLADAGUR!!

12 aug 2023

2. deild vann 4-2 á KÍ á heimavølli í dag. KÍ legði seg á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki, men okkara megnaðu at svara aftur til bæði 2-1 og 3-1, áðrenn vit lovaðu KÍ innaftur í dystin til 3-2. Men móti dystarenda gjørdu vit arbeiðið liðugt og vunnu 4-2. Rói Olsen skoraði eitt og Frank Poulsen fekk eitt hattrick.


1. deild menn staðfestu fyrsta plássið í deildini við einum 5-1 sigri á HB. Fyrsta málið kom tíðliga í dystinum. HB javnaði í 2. hálvleiki, men móti dystarloki gjørdu okkara eitt satt málhál og vunnu sostatt 5-1. Meinhard skoraði 1. málið, og Markus Isaksen, Bjarti Thorleifsson og Carlos Ferreira slóu sigurin fastan. Nú eru 2/3 av kappingini spældir, og tað verður skjótt at uppflytingin til Betri deildina er tekniskt 100% tryggjað. Og sum rosinan í pylsuendanum tryggjaðu okkara G16 sær í dag pláss í steypafinaluni, við einum 2-0 sigri á KÍ í hálvfinaluni, ið bleiv spæld við Djúpumýru. Sara Benjaminsen skoraði bæði málini.Steypafinalan hjá G16 verður á Tórsvølli 6. oktobur, og møta vit tá antin B36 ella FC Hoyvík.
Umframt G16 hava G13 og D17 eisini møguleika at spæla seg í steypafinalur. Bæði G13 og D17 hava hálvfinaludystir at spæla í næstum.
Alt í alt ein góður Skáladagur!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

14. sep 2023

Lutaseðlasøla 2023

22. aug 2023

Tríggjar Skála-gentur á U15-lands­liðnum

22. aug 2023

Skálasangir­nir frá 2005 tøkir á Spotify og Apple Music

12. aug 2023

EIN GÓÐUR SKÁLADAGUR!!