Aftur til tíðindasavn

Vøllurin á Skála skal skiftast

10 mai 2023

Leygardagin 13. mai skal vøllurin á Skála skiftast og tørvur er á allari hjálp at taka núverandi graslíkið burtur.

Beint eftir dystin hjá monnum leygardagin 13. mai, skal vøllurin á Skála skiftast. Arbeiði byrjar kl.16.00.

Uppgávan er at fáa verandi graslíkið skorið í longdir, rullast saman og pakkast.

Hetta arbeiði verður mett at taka allan dagin og tískil er tørvur á allari hjálp, ið kann fáast. Pætur D. Jacobsen samskipar hetta arbeiði.

Fyri at tryggja at vit hava nóg mikið at fólki, hevði verið gott at fólk tilmelda seg at hjálpa. Skála ÍF syrgir fyri at man fær okkurt drekkandi og mat á degnum.

Felagið fær samsýning frá Runavíkar kommunu fyri hetta arbeiði og er tað tískil týdningarmikið fyri rakstur og menning felagsins

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026

04. feb 2026

Aðalfundur

04. nov 2025

Nýggja starvs­nevndin hevur skipað seg