Aftur til tíðindasavn

Tilmeldingardagurin 2023

12 apr 2023

Mikudagin 19. apríl kl.18-20 verður árligi tilmeldingardagurin aftur á skránni, har høvi verður at melda seg at leika fótbólt í 2023.

Tilmeldingardagurin verður í ítróttarhøllini á Skála. Umframt at vit bjóða kaffi og okkurt afturvið, verða Fróði Benjaminsen og Ási Joensen eisini við á degnum við hoppiborgum og pylsuvogni. Øll børn og ung upp til U17 fáa ein franskan í part ókeypis.

Aldur og lið

Venjingar eru fyri gentur og dreingir í fylgjandi aldursbólkum:

  • U7 (2017-2016)
  • U9 (2015-2014)
  • U11 (2013-2012)
  • U13 (2011-2010)
  • U15 (2009-2008)
  • U16 (2009-2007)
  • U17 (2007-2006)

Sí venjingarætlan: Venjingarætlan fyri kappingarárið 2023

Kostnaður og frítíðarkort

Tilmeldingarkostnaðurin fyri fótbóltsárið er 900 kr. og møguligt er at rinda við Spjaldrinum hjá Runavíkar kommunu ella frítíðarkortinum hjá Sjóvar kommunu. Við í prísinum er ein tilmeldingarblusa.

Neyðugt er at minst 1 foreldur ella verji hjá hvørjum íðkandi barni møtir.

Um tað ikki er møguligt at møta til hendan dagin, ber eisini til at seta seg í samband við okkum á samskipari@skalaif.fo.

Klæðir

Tað er møguligt at royna støddir til Skála klæðini, ið kunnu bíleggjast á degnum við 20% avsláttri.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

24. mai 2023

Straffikapping til útivikuna á Strondum

22. mai 2023

Ungdóms­nevndin slóðar vegin

22. mai 2023

Tilmeldingarblusur komnar

18. mai 2023

Stuðuls­renning til frama fyri Skála Ítróttar­felag