Vit fegnast um at kunna boða frá, at Jan Ingason Hansen er klárur, og hevur undirskrivað sáttmála fyri 2023 og 2024!
Jan er í dag 25 ár, og hevur slitið sínar gaggur í barndómsfelagnum. Okkurt kappingarár hava skaðar darva, men annars hevur Jan altíð verið til dystin fús fyri felagið. Hann er fyrimyndarligur bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Tí er tað framúr at hann velur at halda áfram í felagnum.
Vit ynskja Jan til lukku við sáttmálanum!
Seinastu tíðindi
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026
Tilmeldingardagurin 2026
04. feb 2026
Aðalfundur
04. nov 2025