Aftur til tíðindasavn

Pauli Poulsen tekur við stýrisvølinum á Skála

04 des 2022

Pauli og Skála ÍF hava undirskrivað nýggjan 2 ára sáttmála, um starvið sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum á Skála.

Pauli hevur rættiliga drúgvar royndir sum venjari, bæði í fótbólti og hondbólti, og hevur seinastu árini staðið á odda fyri G17 landsliðnum. Pauli hevur eisini drúgvar royndir í venjarahøpi á Skála, og kennir felagið út og inn. Hóast hann seinnu árini ikki hevur nakran aktivan venjaraleiklut í felagnum, so hevur hann fylgt við á síðulinjuni, og hevur verið dagligur gestur undir Mýruhjalla.
Umframt arbeiðið við besta mansliðnum, er ongin ivi at Pauli, við sínum drúgvu royndum, eisini fer at geva íblástur til barna- og ungdómsvenjingarnar á Skála.
Vit bjóða Paula vælafturkomnan undir Mýruhjalla, og gleða okkum til komandi kappingarár!

 
 
 
 

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026

04. feb 2026

Aðalfundur

04. nov 2025

Nýggja starvs­nevndin hevur skipað seg