Komandi dagarnar hava vit ikki færri enn tvær steypafinalur á skránni.
Mikudagin kl. 18 spæla G13 steypafinalu móti KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag
Fríggjadagin kl. 18 spæla G16 steypafinalu móti FC Hoyvík
FSF kunnar um, at til hesar dystirnar verður inngongd "J" nýtt- hetta er oman móti niðara vølli - tvs. í nýggja skýlinum á vestursíðuni. Í hálvleikinum bjóðar FSF kaffi v.m.
Fyri tey sum ikki kunnu vera við á Tórsvølli, ber til at síggja dystirnar á Rás 1 hjá Televarpinum.
Vit vóna at síggja nógvar glaðar skálafjepparar í orange og svørtum koyra á okkara røsku gentur til hesar báðar steypafinalurnar!
Seinastu tíðindi
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026
Tilmeldingardagurin 2026
04. feb 2026
Aðalfundur
04. nov 2025