Gentur 16 eru til Future cup í Gøteborg um páskini.
Hetta er stór kapping har bestu lið í norðanlondum luttaka, t.d Brøndby, IFK Gøteborg og Stabæk úr Noregi.
Okkara gentur fáa ivaleyst sera harða mótstøðu, men eru við gott mót.
Myndin er frá venjingini í morgun sum seinasta fyrireiking til kappingina í byrjar í morginári og endar 2 páskadag.
Hópurin heilsar úr Gøteborg og ynskjir øllum heima einar gleðiligar páskir.
Seinastu tíðindi
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026
Tilmeldingardagurin 2026
04. feb 2026
Aðalfundur
04. nov 2025