Aftur til tíðindasavn

Trý ymisk árskort - KEYP NÚ og stuðla SKÁLA ÍF

01 mar 2022

Skála IF bjóðar nú sínum trúføstu stuðlum at keypa trý sløg av árskortum: Vanlig árskort, silvurkort ella gullkort. Øll kortini geva ókeypis atgongd til heimadystirnar.


Nú fer prísurin á atgongumerkjum upp á 100 kr. fyri allar dystirnar í Betri Deildini hjá monnum. Skála IF hevur íalt 14 heimadystir í 2022. Tú hevur nú møguleika fyri at ogna tær eitt árskort fyri bert 1.000 kr. Við árskortinum hevur tú ókeypis atgongd til allar heimadystir hjá Skála IF
 
Árskortið er persónlig ogn
Hetta kort gevur ókeypis atgongd til allar heimadystir hjá Skála IF
Kostnaður 1.000 kr.
 
Silvurkortið er persónlig ogn
Hetta kort gevur ókeypis atgongd til allar heimadystir hjá Skála IF umframt rætt til ókeypis te, kaffi og køku. Hetta kort gevur tær somuleiðis rætt til at luttaka á kunningarfundunum, har venjarin kunnar um taktisku ætlanirnar í dagsins dysti.
Kostnaður 2.000 kr.
 
Gullkortið er persónlig ogn
Gullkortið gevur tær ókeypis atgongd til allar heimdystir hjá Skála IF. Við hesum korti eru øll tiltøk og allur matur ókeypis - ókeypis te, kaffi, køku o.a. ábit. Hetta kort gevur tær rætt til at luttaka á kunningarfundunum, har venjarin kunnar um taktisku ætlanirnar í dagsins dysti.
Kostnaður 3.000 kr.
 
Ein hjartans tøkk fyri tín stuðul
Kortini kunnu keypast og heintast í ítróttarhóllini hesa vikuna ímillum kl. 14.00 og 17.00. Hetta gert tú við at venda tær til Venjarin Michael Bjørn Nielsen, ið situr í Heinastovu og bíðar eftir tær við einum kaffimunni og møguliga onkrum afturvið Koyr á Skála

Skrivað: Arni Klein Abrahamsen

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF