Eins og tað hevur verið gitt um hesa seinastu tíðina, so kunnu vit nú vátta, at bæði Vukasin Tomic og Erland Tvørfoss hava gjørt sáttmála við Skála ÍF komandi kappingarár.
Vukasin Tomic spældi við Víkingi í 2019 og 2020. Hann er 34 ár, og ættaður úr Serbia. Talan er um ein sterkan og rutineraðan miðverja, sum vit vænta fer at styrkja væl um hópin.
Erland Tvørfoss verður partur av venjaratoyminum komandi kappingarár, sum hjálparvenjari. Erland hevur higartil slitið sínar spælara- og venjaraskógvar hjá Víkingi, og hevur nomið sær venjararoyndir bæði í yngri og eldri hópum. Í 2020 var Erland høvuðsvenjari hjá 2.deild.
Vit bjóða teimum báðum vælkomnar á Skála.
Myndasavn
Seinastu tíðindi
14. okt 2025
Nevndarval 30. oktober kl19.00
04. okt 2025
Lutaseðlarnir trektir
28. aug 2025
Stuðulsrenning
12. jul 2025