Aftur til tíðindasavn

Gull og steypið í hús

30 okt 2021

1. Deild menn hava í dag leikt ársins seinasta dyst vesturi á Eiðinum í Vági, har FC Suðuroy tók ímóti.

Talan bleiv um ein rímuliga rótutan dyst, har vit tó høvdu yvirvág í spæli. Sorin lat yngri kreftir sleppa framat, meðan nakrir av veteranunum byrjaðu á bonkinum. M.a. Julian Mikkelsen, Martin Johansen og Bjarti Thorleifsson vóru í startuppstillingini. Og teir ungu tóku av, og smæddust ikki burtur í dystinum.
Hóast yvirvág í spæli, tók tað eina løtu at fáa hol á. Men eftir eitt assist frá Dávid, setti Poul bóltin í kassan í 29. minutti.
Henda støða helt sær til hálvleiks, men í 71. minutti slegði Dávid sigurin fastan, tá tað eydnaðist honum at trilla bóltin framvið málmanninum og í mál.
Ervin Rasmussen fekk sínar fyrstu minuttir við besta liðnum, tá hann bleiv innskiftur seint í 2. hálvleiki.
Nú hugna menninir sær í VB húsinum, inntil leiðin gongur norð aftur við Smyrli kl. 18.30.
Vit takka somuleiðis FC Suðuroy fyri gestablídni!

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF