Aftur til tíðindasavn

Sunnvá Fagradal fingið landsliðsboð til A-landsliðið.

11 sep 2021

Saman við Sunnvu er Lea Lisberg eisini úttikin frá felagsliðnum EB/Streymur/Skála.

Sunnvá Fagradal hevur á fyrsta sinni fingið landsliðsboð til A-landsliðið hjá kvinnum.
Sunnvá hevur verið fastur partur av besta kvinnuliðnum í fleiri ár, og hevur alsamt tikið seg fram sum leikara. Í ár hevur hon tíverri verið skaðapláva ein part av kappingarárinum, men nú er hon til dystin fús aftur

Saman við Sunnvu er Lea Lisberg eisini úttikin frá felagsliðnum EB/Streym/Skála. Lea er eisini ein spennandi spælari í stórari menning, sum hevur verið eysæð á vøllinum seinnu árini, og í ár hevur verið ein brandur á liðnum. Lea er nr. 2 á topplistanum yvir málskjúttar í betri deildini.
Landsliðið skal fyrst møta Spania á Tórsvølli 16.09, áðrenn leiðin gongur til Skotlands, har tær skulu leika móti Skotlandi á Hampton Park í Glasgow tann 22.09.
Vit ynskja Sunnvu, Leu og hinum kvinnunum góða eydnu!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum